Á seinasta stýrisfundi í Bú & Heimatænastuni í Suðuroynni varð nýggj leiðsla vald til stýrið. Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri, er nýggj forkvinna í stýrinum, meðan Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, er valdur til næstformann.
Bú & Heimatænastan í Suðuroynni veitir tænastur til borgarar í øllum kommununum í oynni og hevur ein týðandi leiklut í vælferðartænastunum. Nýggja stýrið fer at taka við ábyrgdini at menna og betra um tænasturnar til gagns fyri borgararnar.
Við hesum nýggja stýrinum er grundarlagið lagt fyri framhaldandi menning av heimatænastuni og bútilboðunum í Suðuroynni. Forkvinnan og næstformaðurin takka fyri álitið og síggja fram til gott samstarv í komandi tíðini.
Hini stýrislimirnir eru:
- Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar Kommuna
- Jóanes Lisberg, borgarstjóri í Fámjins Kommuna
- Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommuna
- Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommuna
- Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs Kommuna
- Arni Brattaberg, býráðslimur í Vági
- Eyð Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri
Facebook viðmerkingar