
Olivur Thomsen og FC Suðuroy hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár og skiftur Olivur sostatt frá TB til FC Suðuroy.
Olivur er 19 ára gamal og hevur hóast unga aldurin seinastu trý árini verið fastur partur av hópinum hjá besta liðnum hjá TB. Olivur leikti fyrsta dyst í vaksnamannadeildini í seinasta umfari í Betrideildini í 2021.
Olivur hevur eisini spælt við bæði U15, U17 og við U19 landsliðnum.
Olivur er áleypari og gjørdi í 2024 tils. 7 mál fyri TB.
Komandi kappingarár fer Olivur at spæla við FC Suðuroy.
Facebook viðmerkingar