
KVF: John Eystberg stillar upp til forsetavalið í Fótbóltssambandinum á aðalfundinum, sum verður 8. mars.
Sostatt fer valið at standa millum Christian Andreasen, sum hevur sitið sum forseti síðan 2010, og John Eystberg, sum ikki hevur verið í nevndini fyrr.
Fýra fólk stilla upp til teir tríggjar starvsnevndarsessirnar, sum standa fyri vali hesaferð.
Nýggj valevni eru Sólrun H. Sørensen úr Húsavík og Jóannes Prestá, sum í løtuni er formaður í Skála Ítróttafelag. Hini bæði valevnini eru Fríðin Ziskason og Róin Schrøder, sum eisini sita í nevndini nú.
Facebook viðmerkingar