
KVF: Dennis Holm, landsstýrismaður, er sinnaður at arbeiða saman við donskum myndugleikum um at viðurkenna talgildu koyrikortini, so tey føroysku kunnu brúkast í Danmark og tey donsku í Føroyum.
Hetta ber til longu nú við fysiska koyrikortinum.
Danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, spurdi í Føroyum, um ikki bar til at viðurkenna talgilda koyrikortið.
Dennis Holm svaraði, at tað vilja føroyingar gjarna.
Royndin at finna eina loysn at viðurkenna talgilda føroyska koyrikortið í Danmark er longu byrjað.
Dennis Holm sigur, at vónandi ber eisini til at fáa sínámillum viðurkenning um talgild koyrikort í øllum Norðurlondum.
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið fer at kanna hetta.
Hesar upplýsingar eru í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.
Facebook viðmerkingar