
Djóni Nolsøe Joensen, landsstsýrismaður, hevur í vikuni havt sín fyrsta fund við nýggja stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hesin fundur var samstundis fyrsti fundurin ímillum nývaldu limirnar í stýrinum. Røðan hjá landsstýrismanninum til nýggja stýrið kann lesast her.
Stýrið varð sett tann 1. januar í ár fyri eitt fýra ára skeið, sum er frá 1. januar 2025 til og við 31. desember 2028. Stýrislimirnir eru ein samanseting av nývaldum og endurvaldum limum, við breiðum og hollum fakligum royndum, leiðsluroyndum úr tí privata og almenna sektorinum, og við royndum innan gransking.
Í stýrinum eru:
- Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
- Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
- Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
- Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
- Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
- Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
- Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
- Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:
- Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
- Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
- Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
- Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
- Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
Ólavur Ellefsen varð afturvaldur sum formaður fyri stýrið, og Niels Winther varð valdur sum næstformaður.
Á myndini frá vinstru: Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, Martin Zachariasen, rektari, Sigurd Christiansen, adjunktur, Ragnheiður H. Magnúsdóttir, stjóri og serfrøðingur í tøkni og íverksetan, Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Harriet F. R. Dam, lesandi, Ólavur Ellefsen, stjóri, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Sigmund Zachariasen, lesandi, Annika H. Davidsen, adjunktur, og Regin D. Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk.
Væntandi á myndini: Anders Bjarklev, rektari, Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri, Birita Wardum, býararkitektur, Elena D’ Amelio, professari, og Elaine Munthe, professari.
Facebook viðmerkingar