2. viðgerð av Suðuroyartunlinum í Løgtinginum ónsdagin

BySuðuroyarportalurin

30. apríl 2025

Ónsdagin 30. apríl verður 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Løgtingið skal harumframt viðgerð eina røð av øðrum málum í dag, og á skránni eru bæði 3. viðgerðir og 2. viðgerðir.

Fylgjast kann við fundinum í Løgtinginum á www.logting.fo og fundurin byrjar kl. 10.00.

Uppskotið um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum er síðst á skránni í tingfundinum í dag.

Facebook viðmerkingar