Spennandi fyrilestur og góður tónleikur á Seglloftinum

Ónskvøldið 30. apríl kl. 19:00, verður Seglloftið karmur um áhugaverdan fyrilestur, við heitinum «Føroyar sum CO2 goymsla».

Nógv verður granskað kring allan heimin, um hvussu vit kunnu koma ovurstóra CO2-útlátinum til lívs og her er ein háttur tann, at goyma CO2 í undirgrundini. Royndir úr øðrum londum hava víst at tað ber væl til at goyma CO2 í undirgrundini og tí er nærliggjandi at kanna um hetta ber til í Føroyum.

At greiða okkum frá, hví tann føroyska undirgrundin er áhugaverd og væl egna til endamálið, hava vit fingið Óluvu Eidesgaard og Janu Ólavsdóttir, ið báðar eru jarðfrøðingar M.Sc., Ph.d. og starvast á Jarðfeingi.

HAMRADUN AKUSTISK DUO

Tað er altíð gott við nøkrum góðum tónum og til endamálið hava vit fingu sera dugnaligu Pól Arna Holm og Una Debess, nevndir Hamradun Akustisk Duo. Sum navnið ber boð um, so hoyra báðir til super væl umtókta bólkin Hamradun og verða tað løg hjá Harmadun, ið vit koma til at hoyra tann 30.

Kaffi, te og okkurt gott afturvið, verður eisini at fáa.

Tiltakið er ókeypis.

Facebook viðmerkingar