Vinnudagurin hjá Vágs Kommunu

Tórsdagin 8. mai skipar Vágs Kommuna fyri vinnudegi, ið er ætlaður vinnulívinum í Vági og øðrum áhugaðum samstarvsfeløgum og fyritøkum.

Dagurin verður hildin á Jugga og fylgir sama leisti sum undanfarnu ár. Vinnudagurin byrjar klokkan 12.00 við ábiti, og klokkan 13.00 bjóðar forkvinnan í Vinnu- og havnanevndini vælkomin. Aftaná verða tvær spennandi og viðkomandi framløgur:

  • Súsanna Berg frá Vinnuhúsinum hevur framløgu um netverkið Varandi Vinna.
  • Allan Dalsgarð hevur framløgu um starvsfólkabranding og kemur at fyrihalda seg til fyritøkurnar Alfred og Brandr.fo.

Eftir framløgurnar verður høvi til prát, netverkan og at njóta okkurt leskiligt á Jugga.

Luttøka og tilmelding
Vinnudagurin er ókeypis fyri fyritøkur í Vági. Fyritøkur og samstarvsfelagar uttanfyri Vág eru eisini vælkomin at luttaka, kostnaður fyri hvørt umboð er 400 kr.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til edith@vagur.fo og upplýsa, hvussu nógv koma frá tykkara fyritøku. Seinasta freist at melda til er mánadagin 5. mai.

Facebook viðmerkingar