Disc golf kurvarnar eru settar upp

Nú summarið nærkast, so ber aftur til at spæla disc golf í Vági. Kurvarnar hava nevniliga ligið í vetrarhíð síðani oktobur í fjør, men nú koma at standa frammi alt summarið og út í oktobur í ár.

Frítíðartilboðið við disc golf lat aftur um miðjan oktober, tá kurvarnar blivu tiknar inn. Hetta er fyri at verja kurvarnar í móti vetrarveðrinum. Men nú okur fara í móti lýggjari tíðum, so er passaligt at fáa kurvarnar upp aftur og geva fólki møguleikan at spæla disc golf.

Spæl disc golf

Disc golf økið hevur 18 vallir, sum fólk kunnu spæla. Sjálvt disc golf verður spælt sum traditionelt golf, tó
at spælt verður við diskum og kurvum. Tað er ókeypis at spæla á økinum og um ein ikki eigur diskar, so ber til at lána diskar í Miðlatúni í Vági. Tað verður tikið eitt depositum fyri læntu diskarnar og hetta depositum verður latið aftur, tá diskarnir eru avleveraðir.

Fylgið við

Til ber at fylgja við á Facebook og Instagram vangunum.

Facebook viðmerkingar