Tvøroyrar kvøld-og ungdómsskúli hevur framsýning í SALT leygardagin 3. mai kl. 13.00-17.00. 

Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli hevur sína árligu framsýning í SALT, har næmingarnir sýna fram nógv spennandi og kreativa frá arbeiðs- og læruríka kvøldskúlaárinum, ið nú er komið at enda.

Tvøroyrar Hornorkestur setur framsýningina kl. 13.00, og kl.14.00 verða harmonikutónar at hoyra. Ábit og drekkamuður verður at fáa, og eru øll vælkomin til hugna og kreativt innspark.

Tvøroyrar kvøld- og ungdómsskúli

Facebook viðmerkingar