Arbeiða við at víðka tænastur til borgararnar

Heilsumiðstøðin í Vági hevur í dag eitt breitt úrval av tænastum, sum fevna um kommunulæknar, økispsykiatri, tannlækna, fótarøkt, diatistur, blóðroyndir og heimasjúkrasystrar. Við hesum tænastum tryggjar heilsumiðstøðin, at borgararnir fáa eina fjølbroytta og dygdargóða heilsutænastu.

Nú verður arbeitt við at víðka um heilsumiðstøðina fyri at møta vaksandi tørvinum hjá borgarunum. Sum kunnugt, er tað ein týðandi partur av heilsupolitikkinum at flyta tænasturnar nærri borgarunum. Tí eru kommunurnar, sum eiga Heilsumiðstøðina, í einari tilgongd at útbyggja verandi heilsumiðstøð.

Við hesi útbygging verður væntað, at fleiri tænastur kunnu bjóðast, og at tær verandi tænasturnar kunnu betrast. Hetta fer at geva borgarunum enn betri atgongd til heilsutænastur og tryggja, at Heilsumiðstøðin framhaldandi kann veita eina dygdargóða tænastu.

Facebook viðmerkingar