
Musikkskúlin í Vági skipar fyri árligu næmingakonsertini mánadagin 12. mai í Auluni í Vágs skúla. Konsertin byrjar klokkan 16:30, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Á konsertini fara næmingar at framføra ymist tónlistarligt tilfar, sum teir hava arbeitt við seinastu mánaðirnar. Summar framførslur verða saman við tónleikalærarum.
Næmingakonsertin er ókeypis, og okur vóna at síggja bæði foreldur, familjur og tónleikaáhugað til eina hugnaliga løtu í Auluni.
Facebook viðmerkingar