Deiggj konsert í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið 10. mai

Deiggj: Dennis Lave (sang), Fróði T. Vestergaard (sang, tangentar, kassagittar), Páll Holm Lave (gittarar, kór), Pætur Mohr Dam (tangentar), Sverri Heinesen (bass), Rani H. Christiansen, (trummur)

Stutt fyri jól 2023 lat Deiggj nýggju útgávuna “TÍД úr hondum og hon hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum. Serliga eru tað stakløgini ‘Hví grætur tú’, ‘Í viðarlundini’ og ‘Kom lat okkum dansa’ og Ein sangur til lívið, sum hava verið nógv frammi.

Deiggj góvu eisini eina LP út í 1985 og fleiri hesum løgum verða enn spæld til dans og konsertir, eitt nú lagið “Prúða land”, sum man verða tað kendasta lagið hjá Deiggj.

Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá hesin nýggi tónleikabólkurin varð settur á stovn. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu nýggja bólkin. Nú meira enn 43 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt við í ávikavíst 24 og 15 ár . Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini.

Deiggj hevur í mong verið ein nógv umbiðin bólkur við serligum denti á løg hjá hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Men á Summartónum verður spælt egið tilfar, leygarkvøldið 10 mai kl. 20.00 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Stóra Pakkhúsi í Vági við feskastu løgunum umframt frá eldri útgávuni. Konsertin varir umleið ein tíma.

Deiggj er ikki ein bólkur sum ofta er hoyra “live”, men tá teir spæla er er vanliga væl vitjað . Møguleiki verður at ogna sær nýggju LP´ina. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.

Stóra Pakkhús, Oyrarvegur 7, Vágur, Suðuroy,

10. maj 2025, 20.00

Kostnaður: 150 DKK (við dyrnar / at the door)

Facebook viðmerkingar