
Mánadagin 2. hvítusunnudag fara grindabátarnir í Vági á ferð. Í ár verður róð til Víkarbyrgi.
Aftur í ár fara grindabátarnir á flot, og sum vanligt verða bátarnir flotaðir 2. hvitusunnudag. Byrjað verður kl. 9.00 á Garðabrúgv, har Frelsurnarherurin hevur eina andakt áðrenn farið verður í bátarnar. Klokkan 9.30, ella har á leið, verður róð í móti Víkarbyrgi og mett verður, at túrurin tekur áleið tveir tímar. Allir motorbátar eru hjartaliga vælkomnir við á ferðini hjá grindabátunum til Víkarbyrgis.
Um miðdagsleiti, tá bátarnir hava lagt at í Víkarbyrgi, verður kórsangur og andakt við presti. Øll eru hjartaliga vælkomin til Víkarbyrgi til eina hugnaliga løtu. Í Víkrabyrgi fáa manningin á grindabátunum og tey vitjandi bjóða drekkamunn. Høvi er eisini hjá vitjandi at taka matpakka, drekka og sálmabókina við.
Grindabátarnir verða væntandi aftur í Vági umleið klokkan 16.00.
Grindabátarnir verða vanliga mannaðir av eigarunum á einstøkum bátunum. Skuldi tað verði, at onkur bátur ikki verður fult mannaður til túrin, so ber til hjá øðrum at koma á hesar bátar. Til ber at skriva seg á bíðilista á info@vagur.fo og først til mølle er galdandi. Tey sum hava skriva seg á bíðilista fáa mynstringarboð fríggjadagin, seinnapartin.
Um veðrið ikki er til vildar 2. hvítusunnudag, so verða grindabátarnir bert flotaðir á fjørðinum í Vági.
Standa frammi á Garðabrúgv
Grindabátarnir standa frammi dagarnar upp undir 2. hvítusunnudag, og almenningurin er vælkomin oman á Garðabrúgv at hyggja at teimum.
Facebook viðmerkingar