Kommunulæknafelagið: Hvør hevur ábyrgdina?

BySuðuroyarportalurin

12. oktober 2026

Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 skal viðgerast í Løgtinginum, hoyra vit um nógv øki í heilsuverkinum, sum hava tørv á fleiri pengum. Tað skilja vit væl. Tørvurin er stórur, og pengarnir eru ikki óavmarkaðir.

Kommunulæknafelagið vil kortini gera vart við eitt øki, sum lættliga hvørvur millum allar einstøku játtanirnar: Vit hava tørv á læknafakligari leiðslu av kommunulæknaøkinum.

Heilsutrygd umsitur kommunulæknaskipanina og Læknavaktina. Kortini hevur Heilsutrygd ongan læknafakligan stjóra.

Hetta hevur Kommunulæknafelagið gjørt vart við í fleiri ár, og Heilsumálaráðið hevur eisini arbeitt við ætlanum um at seta ein læknafakligan stjóra. Men starvið er framvegis ikki sett, og vit síggja ikki, at tað verður raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027.

*Hví hevur tað týdning?

Tað kann ljóða sum enn eitt ynski um eitt nýtt stjórastarv. Men fyri okkum snýr hetta seg um nakað annað.

Tá ein stórur og grundleggjandi partur av heilsuverkinum skal rekast og mennast, er neyðugt, at læknafaklig vitan er við, har avgerðirnar verða tiknar.

Eitt dømi er Læknavaktin. Hvørjar førleikar skulu læknar hava fyri at taka vakt einsamallir? Hvussu tryggja vit góða introduktión? Hvør fylgir við fakligu góðskuni, og hvør tekur sær av trupulleikum, tá teir koma?

Eitt annað ítøkiligt dømi eru tær kommunulæknaviðtalurnar, sum í longri tíðarskeið verða mannaðar við skiftandi avloysarum. Tá eingin fastur kommunulækni er knýttur at viðtaluni, manglar tann natúrliga læknafakliga leiðslan í gerandisdegnum.

Hvør tryggjar tá, at innanhýsis mannagongdir og instruksir verða dagførdar? Hvør fylgir skipað við góðskuni? Og hvør hevur ábyrgd av at fáa fatur á fakligum trupulleikum og fáa teir rættaðar?

Hetta eru ikki bara fyrisitingarligir spurningar. Hetta snýr seg um góðsku og sjúklingatrygd.

Eftirlit frá myndugleikum er týdningarmikið, men eftirlit kann ikki koma í staðin fyri dagliga læknafakliga leiðslu og góðskutrygging. Eftirlitið eigur at vera trygdarnetið – ikki sjálv skipanin fyri fakliga leiðslu.

*Fleiri uppgávur krevja sterkari fakliga leiðslu

Samstundis er ætlanin, at fleiri heilsutænastur skulu veitast nærri borgaranum. Tað gevur góða meining, men tað ger tørvin á læknafakligari leiðslu uppaftur størri.

Tað krevur læknafakliga vitan at meta um, hvat trygt kann flytast úr sjúkrahúsverkinum, hvørjar førleikar skulu fylgja við, og hvussu sjúklingagongdirnar skulu hanga saman.

Tað sama er galdandi fyri rekruttering. Tað er ikki nóg mikið bara at fáa eitt kommunulæknastarv mannað. Arbeiðsumstøður og fakligir karmar skulu vera soleiðis, at vit fáa skikkaðar læknar til Føroya – og megna at halda upp á teir.

Manglandi læknafaklig leiðsla kann hava við sær, at ein loysn, sum sær skilagóð út á pappírinum, ikki riggar í kliniska gerandisdegnum. Avgerðir um starvssetanir, arbeiðstreytir, vaktarskipanir og nýggjar uppgávur hava allar eina læknafakliga síðu.

Ein læknafaklig leiðsla í Heilsutrygd hevði tryggjað, at fakligheitin verður partur av avgerðini frá byrjan heldur enn nakað, sum verður spurt um aftaná.

*Góð leiðsla kann eisini spara pengar

Hetta snýr seg tí ikki bara um at brúka meira pengar.

Ein væl skipað primera heilsutænasta kann loysa nógv hjá kommunulæknanum, áðrenn tørvur verður á sjúkrahúsinum. Góðar sjúklingagongdir kunnu minka um dupultarbeiði og óneyðugar kanningar. Røtt rekruttering og góðir fakligir karmar kunnu minka um tørvin á dýrum og skiftandi avloysarum. Og góð faklig leiðsla kann tryggja, at nýggjar uppgávur verða lagdar har, sum tær kunnu loysast bæði trygt og skilagott.

Tað kann gerast dýrt ikki at hava fakligheitina við, tá avgerðir verða tiknar.

Kommunulæknafelagið hevur fulla virðing fyri, at nógv ynski eru um fígging á heilsuøkinum, og at politiskar raðfestingar eru neyðugar. Vit biðja ikki um, at eitt annað heilsuøki skal missa fyri at geva okkum.

Men nú fíggjarlógin fyri 2027 skal viðgerast, vilja vit minna á, at eitt vælvirkandi heilsuverk ikki bara krevur fleiri viðgerðir og fleiri starvsfólk. Tað krevur eisini fakliga leiðslu og eina greiða ætlan fyri, hvussu tilfeingið verður brúkt.

Tí heldur Kommunulæknafelag Føroya, at læknafaklig leiðsla í Heilsutrygd eigur at vera partur av viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2027.

Kommunulæknafelag Føroya

Facebook viðmerkingar