Fyrsta Føroyameistaraheitið hjá Sumbiar Ítróttarfelag í 61 ár

Á Vestanstevnu leygardagin vann gentumanningin á Broddi barnaróðurin og við sigrinum hava tær tryggjað Føroyameistaraheitið, hóast ein stevna – Ólavsøka – er eftir av kappingarárinum.

Søgan um Brodd og endurstovnaða Sumbiar Ítróttarfelag er ein áhugaverd søga, fyri eina sókn og eina bygd, sum í 1960árunum vann FM í kappróðri við Sunnbingi, sum eisini setti met á 2.000 m., sum var teinurin, sum 10. mannafør róðu tá.

Sunnbingar hava eisini havt bátin Brodd í Sumbiar Ítróttarfelag, tá felagið, umframt fótbólt, eisini varð virkið í kappróðri. Gamli Broddur vann onkra hendingaferð í 1960árunum og 1970árunum, tá dreingirnar umborð á Broddi vunnu 1 ella 2 stevnur.

Endurstovnaðu Sumbiar Ítróttarfelag og kappróður í sóknini

Tá VB/Sumba bleiv til FC Suðuroy í 2010, varð Sumbiar Ítróttarfelag niðurlagt ella fór í dvala. Síðani hevur fótbólturin í syðru hálvu í Suðuroynni verið skipaður í FC Suðuroy og í Sumba var tá ongin skipaður kappróður, annað enn at oldboys av og á kappaðust á jóansøku við gamla Sunnbingi.

Í fjør – í 2024 – vórðu so stig tikin til at manna bát í barnaróðrinum og mannaðu gentur gamla Brodd. -Og í apríl vórðu so stig tikin til at endurstovna Sumbiar Ítróttarfelag og varð felagið endurstovnað á fundi 15. apríl 2024.

Genturnar á Broddi endaðu hetta 1. árið nr. 12 í FM í barnaróðrinum hjá gentum.

Tá kappróðrarárið 2024 varð endað, varð gjørt av at fáa ein nýggjan Brodd, sum bátabyggjarin Terji Reinert Jakobsen í Kollafirði varð biðan um smíða. Og í sama viðfangi er neystið í Ónavík í Lopra eisini sett í stand seinasta vetur.

Í vetur hava genturnar eisini kappast í inniróðri og hevur tað gingið væl, tí fleiri sigrar eru endaðir hjá Sumbiar Ítróttarfelag í inniróðri hjá gentunum. Natasja úr Hørg varð eisini úttikin til ungdómslandsliðið at kappast í U13 til DM í januar, har hon vann tvær gull.

Fyrsta FM í 61 ár og fyrsta gentumanning hjá Sumbiar Ítróttarfelag, sum vinnur FM

Í apríl í ár varð nýggi Broddur flotaður í Ónavík, har Sumbiar Ítróttarfelag hevur neyst. Og tá róð varð á Norðoyastevnu, vóru genturnar á nýggja Broddi eisini við – og vunnu eisini fyrsta róðurin í barnaróðrinum í ár.

Á Sundalagsstevnu gjørdu tær á Broddi eisini bart og vunnu eisini. Á jóansøku blivu genturnar á Broddi nr. 3, og á Varmakeldu nr. 4. Á Fjarðastevnu blivu tær nr. 2. Og leygardagin vunnu tær so aftur á Vestanstevnu.

Í barnaróðrinum er skipanin tann, at 5 tey bestu úrslitini hjá hvørjum báti telja við og merkir hetta, at Firvaldur av Tvøroyri og Svalan úr Vági ikki kunnu taka Brodd aftur á stigatalvuni, hóast Ólavsøku-róðurin er eftir – og eru genturnar á Broddi sostatt Føroyameistarar í barnaróðrinum 2025.

Hetta er fyrsta FM-heitið hjá Broddi og í kappróðri hjá Sumbiar Ítróttarfelag í 61 ár, tí seinastu ein bátur úr Sumbiar Ítróttarfelag var Føroyameistari var í 1964, tá Sunnbingur vann FM í 10. mannaførunum.

FM-heitið er eisini søguligt, tí hetta er fyrsta gentumanning hjá Sumbiar Ítróttarfelag, sum vinnur FøroyaMeistara-heitið.

Móttøka fyri FM-vinnarunum í Sumba 28. juli

Genturnar á Broddi fara sjálvandi at kappast á Ólavsøku eisini. Sum nevnt, so eru genturnar á Broddi longu Føroyameistarar og í Sumba verður móttøka fyri gentunum í Samkomuhúsinum í Sumba 28. juli, tá fólk koma suður við Smyrli av Ólavsøku.

Mynd: Silas Olofson

Facebook viðmerkingar