Á flaggdegnum eru mong tiltøk, og eitt teirra er í Øravík, áðrenn flaggdagshaldið í Fámjin.
Tað er Røslufelagið Hvistan í Suðuroynni, ið seinastu tíðina hevur skipa fyri renningum millum kirkjurnar í Suðuroy, sum á flaggdegnum skipar fyri tiltakið í Øravík.
Bønhúsið í Øravík verður opið frá kl. 12.30 og sungir verða nakrir sálmar. Kl. 13.00 fara gongufólkini avstað móti Fámjin og kl. 13.30 fara rennarar avstað.
Tiltakið er ókeypis og í Bønhúsinum verður eisini nakað av frukt og vatnið at fáa, áðrenn ein leggur leiðina móti Fámjin. Tað er ókeypis at luttaka og øll eru vælkomin .
Rørslufelagið Hvistan
Facebook viðmerkingar