Við Miðnámsskúlan í Suðuroy er – treytað av góðkenning frá myndugleikunum og treytað av ætlaðum virksemi eru nøkur tímalærarastørv sum adjunktur ella lektari leys at søkja í lærugreinunum: miðlakunnleika, sálarfrøði, tónleiki, enskum og sponskum og serliga við atliti til Búskparbreyt: kunningartøkni, sølubúskapi, virkisbúskapi, innovatión og altjóðabúskapi.
Krøv til førleika sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
KT er týðandi partur av frálæru og fyrisiting skúlans. Tí er neyðugt, at komandi lærarar skúlans hava KT førleikar á brúkarastøði.
Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, og sum verða settir, skulu í august mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, ið Mentamálaráðið skipar fyri.
Lønartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjamálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðslu skúlans.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. mai 2018.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
att: Ole V. Laursen, deildarleiðari
Grønudalur 2
FO – 950 Porkeri
ole.v.laursen@skulin.fo
tlf. 221063
Facebook viðmerkingar