
Sumbiar skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað lærarastarv at byrja 1. oktober 2025 til 20. juni 2026. Tímatalið verður uml. 20 tímar um vikuna.
Søkt verður eftir lærara, sum:
- leggur dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
- er røkin, nærlagdur og stundisligur
- er samstarvs- og virkisfúsur
- er fyrikomandi
- er sinnaður at taka á seg uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið krevur
- dugir væl at samstarva
Førleikakrøv til lærarastarvið
Tann, ið sett verður, skal helst hava læraraútbúgving. Tann, ið settur verður í lærarastarvið, má kunna átaka sær at undirvísa í føroyskum, donskum, kristni og samfelagsfrøði.
Lønar- og setanartreytir hjá læraranum
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum verður settur, er tænastumannasettur frammanundan. Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 22. september 2025 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:
Sumbiar skúla
Í kerinum 27
FO 970 Sumba
Ella í teldubrævi til: eyddis.eidesgaard@skulin.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til virkandi skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard tlf. 224280
Facebook viðmerkingar