Vágs kommuna á grønari leið: Toyposar til hvørt húsarhald

Stóra nøgdin av plastikki, sum hvørt ár endar úti í náttúruni og ikki minst á sjónum, er ein vaksandi trupulleiki fyri allan Heimin. Tað liggur á okkum øllum ábyrgd at taka hendan trupulleikan í størsta álvara – eisini á okkum í Vágs kommunu, skrivar Vágs kommuna í tíðindaskrivi.

Fyri at minka um nýtsluna av plastikki fer Vágs kommuna undir miðvís átøk, sum skulu skunda undir, at vit – føroyska brúkarasamfelagið – brúkar sum minnst av plastikki.

Ein liður í hesum átøkunum er, at Vágs kommuna hevur gjørt av at geva hvørjum húsarhaldi í kommununi toyposa við áprenti, sum skal fáa okkum at frávelja plastposar, samstundis sum hugsað verður meiri um umhvørvið og um tað einastandandi náttúruna, vit liva í og eru partur av.

Allir toyposarnir hava áprentað “Í Vági hugsa vit um UMHVØRVI”. Á posarnar eru harumframt prentaðar reglur úr ymiskum yrkingum um náttúruna og Vág, sum lokalir yrkjarar hava yrkt. Til dømis áprent: “Hoyr tú brimið á Vágseiði brýtur”, “Fram við fjørðinum vakra liggur hon”, “Skapt eitt eden við Vágs fjørð” – tilsamans reglur úr 10 ymiskum yrkingum.

Endamálið við toyposunum er at geva fólki møguleikan og samstundis koma við eini áheitan um at taka við sær toyposa, tá tey fara til handils, soleiðis at sleppast kann undan plastposum í handlunum og í náttúruni – plastposar, sum sannlíkt taka meiri enn hundrað ár hjá náttúruni at niðurbróta.

Toyposarnir verða bornir í hvørt hús í kommununi týsdagin 24. apríl og ónsdagin 25. apríl 2018.

 

Enn eitt fet á grønu leiðini

Átakið er enn eitt fet á grønu leiðini hjá Vágs kommunu

Vágs kommuna hevur seinastu árini harumframt gjørt átøk fyri at minka um orkunýtsluna og CO2 útlátið hjá Vágs kommunu. Til dømis er elnýtslan minkað við meiri enn 35% seinastu 4 árini við beinleiðis ávirkan á partin  hjá Vágs kommunu av føroyska CO2 útlátinum.

Komandi tíðina fer Vágs kommuna eisini undir onnur nýggj, spennandi átøk, sum eru liðir í at gera Vágs kommuna til eina enn grønari kommunu. Meiri verður at frætta um hetta seinni.

Vónandi taka borgarar væl ímóti hesum átøkunum.

 

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar