
Tvøroyrar kommuna: Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna Tín Djóralækni v. Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen um veitan av regluligum viðtalum í Suðuroynni.
Hetta merkir, at í nærmastu framtíð verður møguligt at fáa djóralæknahjálp á staðnum –í einum snotiligum og vælútgjørdum høli í nýggja tænastubygninginum á havnalagnum á Tvøroyri.
Tænastubygningurin kann nýtast til eina breiða røð av tiltøkum og tænastum – til gagns fyri bæði borgarar og vitjandi, og kemur Tín Djóralækni at hava viðtalu í bygninginum eftir tørvi, væntandi 1–2 dagar um mánaðin.
–Tvøroyrar kommuna sær hetta sum eitt veruligt framstig og ein týðandi liður í arbeiðinum at bøta um djóralæknatænasturnar í Suðuroynni. Við hesum sleppa djóravinir í Suðuroynni undan at taka ein heilan arbeiðsdag frí fyri at ferðast longu leiðina til miðstøðarøkið, um tørvur er á djóralækna viðtalu.
Heilsukanningar, koppsetingar og minni skurðviðgerðir á staðnum
Tín Djóralækni er ein nýggj djóralæknafyritøka, sum veitir útikoyrandi tænastur. Tey bjóða bæði heimavitjanir, heilsukanningar, koppsetingar, medisinskar viðgerðir og minni kirurgiskar viðgerðir – so sum kastreringar og sterilisatiónir av kettum og hundum.
Facebook viðmerkingar