Støkk upp handil á Ljósfest – EINA

Í septembur letur upp nýggjur og spennandi handil á Torginum í Vági. Talan er um interiør- og møblahandilin EINA.

EINA kemur at deila fyrstu hædd á Torginum við ítróttarketuna InterSport. EINA kemur at selja hágóðsku interiør lutir og møblar, ið eru sniðgivnir í Hollandi og Danmark. Meira kunning kemur, tá handilin letur upp í septembur, men longu nú ber til at fylgja facebooksíðuni hjá EINA her.

Støkk upp á Ljósfest

Í samband við Ljósfest, so hevur EINA støkk upp handil á fyrstu hædd á Torginum. Opið er leygardagin frá klokkan 13.00 til 19.00.

Facebook viðmerkingar