
Leygardagin 6. september verður árligi Johannudagurin í Vági. Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs Kappróðrarfelag og Vágs Kommuna, sum skipa fyri degnum.
Á skránni verður nógv spennandi. Skráin er í gongd við at blíva gjørd, men longu nú kann nevnast, at Syngið við á fjørðinum verður fríggjakvøldið. Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini, vaktarskipini Thetis og Tjaldrið liggja við kai, og børnini kunnu gleða seg til skattaveiðu og livandi havdjór í fiskakørum.
Dagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har bólkurin Tónar fer at spæla.
Skráin verður kunngjørd seinni.
Facebook viðmerkingar