
Nýtt skúlaár merkir eisini nýtt musikkskúlaár, og hetta vil Musikkskúlin í Vági varpa ljós á. Tí bjóðar Musikkskúlin øllum áhugaðum – bæði verandi næmingum, nýggjum næmingum og foreldrum – til ein byrjunarfund.
Byrjunarfundurin verður í Auluni í Vágs skúla týsdagin, 26. august, klokkan 16.00. Har verður greitt frá, hvat skúlin bjóðar av frálæru, og hvat virksemið fevnir um. Á byrjunarfundinum verða allir lærararnir til staðar og bjóða til eitt hugnaligt prát.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Facebook viðmerkingar