
Hálvársúrslitið 2025 vísir eitt úrslit á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 3,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Hetta er besta hálvársúrslit nakrantíð mált í absoluttum tølum. og tað er væl meira enn 1 mió. kr. hægri enn hálvársúrslitið 2024. Úrslitið er tó merkt av nuansum: Framgongdin er í høvuðsheitum orsakað av tveimum viðurskiftum, ið ikki benda á ein vøkstur annars:
- Niðurskrivingarnar eru lækkaðar við 1.474 tkr. – úr 1.349 tkr. niður í 124 tkr.
- Virðisjavnan var eitt avlop upp á 758 tkr. samanborið við 63 tkr. í fjør.
Hækking í bæði inn- og útlánum
Útlánini hækkaðu úr 606 mió kr. upp í 619 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur á 13 mió. kr. ella 2,1 %. Fyrra
hálvár lækkaði realkredittfíggingin tó við 2,2 %, men áhugin fyri realkreditt er kyknaður aftur.
Innlánini vóru 831 mió. kr. sammett við 752 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 79 mió. kr. ella 9,6 %.
Eginkapitalurin er øktur úr 75,4 mio. kr. upp í 80,5. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 24,6 % samanborið við 24,2 % í 2024. Lyklatalið fyri gjaldførið var 940 % í mun til lógarkravið á 100 %.
Facebook viðmerkingar