Bókaframløga av Hevnd eftir Petur Mohr Reinert í MIðlatúni

Í august kom nýggja føroyska skaldsøgan “Hevnd” út. Talan er um eina myrka og psykologiska søgu, sum er skrivað av Petur Mohr Reinert, sum er ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum. Hann hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga.

“Hevnd” er fyrsti partur í einum tríverki – trilogi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti, sigur rithøvundurin í tíðindaskrivi.

Framløga og signering verður í Miðlatún í Vági leygardagin 30. august klokkan 14.00.

Facebook viðmerkingar