Um 15 tíðina varð boðað frá grind á Vágsfjørði út fyri Klivarnar við Nes.
Talan var sum skilst um eina blanding av hvessingum og springarum. Trupult var at reka grindina. Klokkan 17.50 góvust bátarnir og grindin varð slept.
Kl. 17.51: Grindin slapp, bátarnir givnir at royna at reka.
Kl. 16.53: Grindin, størstiparturin helst springarar, er sera ring at fáast við, gongur í fleiri bólkum, kavar týðugt og fer so aftur longur út.
Fleiri bátar eru givnir at reka og hava sett kós móti landi.
Kl. 16.39: Bólkurin av springarum á sunnara landi kavaði og fór síðani við ferð út eftir fjørðinum og er sloppin.
Kl. 16.23: Bólkurin á sunnara landi er springarar.
16.17: Grindin er nú í tveimum bólkum. Ein bólkur á sunnara landi, sum bátar reka spakuliga inneftir. Og ein bólkur miðskeiðis uttarliga á fjørðinum, sum er trupul at fáa gongd á.
15.47: Eini 20 bátar eru hjá grindini, men trupult er at fáa gongd á grindina.
Grindin er øgiliga spjadd. Fleiri bátar eru komnir til grindina.
Facebook viðmerkingar