Nú tilmeldingarnar til FM í kappróðri 2018 eru farnar inn til Róðrarsamband Føroya er tað eisini sjón fyri søgn, at Vágs Kappróðrarfelag í ár fer at hava eina sera sterka umboðan til FM.
Vágs Kappróðrarfelag hevur seinastu árini verið í blóma og er felagið eitt sera virkið felag, og sæst hetta eisini aftur í tilmeldingunum.
Fyri at nøkta tørvin á bátum hevur Vágs Kappróðrarfelag eisini keypt nýtt 5-mannafar av Skála, sum nú eitur Fiskurin.
Hesir manningar koma at kappast fyri Vágs Kappróðrarfelag til FM 2018:
Fiskurin: Barnaróður dreingir
Svalan: Barnaróður dreingir
Royndin Fríða: Dreingir
Smyril: Kvinnur
Royndin Fríða: Gentir.
Harumframt hava Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag í felag 10-mannafarið Suðuroying.
Facebook viðmerkingar