ALS: Arbeiðsloysið í 2017 var tað lægsta í nýggju ár, og fólk steðgaðu styttri í Arbeiðsloysisskipanini enn undanfarin ár.
Roknskapurin fyri 2017 er nú tøkur, og hann vísir eitt avlop á 124,6 mió. krónur
Nógv ferð er á búskapinum, og arbeiði er til næstan allar hendur. Ongantíð áður hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum, og ongantíð áður hava samlaðu lønargjaldingarnar verið so stórar sum seinasta árið.
Jaliga gongdin sæst aftur í ársroknskapinum hjá ALS, sum varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í gjár.
Samlaðu inngjøldini settu met í 2017. Tey gjørdust samanlagt 221 mió. krónur, sum er tað mesta nakrantíð.
Samlaðu útgjøldini vóru 22,2 mió. krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 81,8 mió. krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2009.
Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini, men eisini útgjøldini um fiskavirkisskipanina minkaðu í 2017. Útgjøldini um fiskavirkisskipanina minkaðu úr 20,2 mió. krónum í 2016 niður í 15,4 mió. krónur í 2017. Ein minking á sløk 24%.
Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 137,7 mió. krónur. Í mun til 106 mió. krónur í 2016.
Talið av ársverkum hækkaði við einum ársverki í 2017, og starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 446 tús. krónum upp í 15,3 mió. krónur.
Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinnu árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 6,7 mió. krónur í 2017, sum er 800 tús. krónur meiri enn árið fyri. Orsøkin til hækkingina er serligar útreiðslur á 1,2 mió. krónur til Talgildu Føroyar, sum verða rindaðar næstu trý árini, men sum allar eru útreiðsluførdar í 2017. Verður hædd tikin fyri hesi upphædd, vóru rakstrarkostnaðirnir 5,7 mió. krónur, sum er 400 tús. krónur minni enn í 2016.
Samlaðu fíggjarognirnar vóru 537,3 mió. krónur við árslok í 2017, og avkastið av fíggjarognunum var eitt avlop á 10,3 mió. krónur.
Ársúrslitið í 2017 var eitt avlop á 124,6 mió. krónur, sum er 30,7 mió. krónur meiri enn í 2016.
Eginognin, sum minkaði úr 714 mió. krónum niður í 307 mió. krónur tey fýra árini frá 2009 til 2013, var við árslok í 2017 komin upp á 580 mió. krónur.
“Stýrið og leiðsla eru væl nøgd við úrslitið. Jaliga gongdin í samfelagnum yvirhøvur sæst aftur í góða úrslitinum, sum eisini ber boð um, at tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini seinastu árini til tess at tryggja langtíðar haldførið hjá skipanini, hava givið ætlaðu og neyðugu úrslitini”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS.
Facebook viðmerkingar