Dansibandsfestivalurin kunngerð fyrstu nøvnini

BySuðuroyarportalurin

30. september 2025

Dansibandsfestivalurin í Vági: So er sjóneykan sett á fyrsta vikuskiftið í mai 2026, tí í døgunum 1. og 2. mai 2026 verður Dansibandsfestivalur í Vági.

Dansibandsfestivalurin skrivar á Facebook-vanganum, at teir báðir Hans Olav Trøen og Odd Arne Sørensen fara á pall.

Forsølan til Dansibandsfestivalin í Vági 2026 byrjar ónsdagin 1. oktober 2025.

Forsølan av vikuskiftispassum byrjar í morgin, 1. oktober 2025 🙂👌

Facebook viðmerkingar