Í morgun legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, fram uppskot til Fíggjarlóg fyri árið 2026.
Millum íløgurnar í uppskotinum eru 100 mió. kr. afturat til Suðuroyartunnilin, sum verða lagdar afturat teimum 100 mió. kr., sum eru á fíggjarlógini fyri inniverandi ár.
Løgmaður greiddi annars í ófráboðaðum munnligum fyrispurningum í Løgtinginum í morgun frá, at uppskotið um Suðuroyartunnilin væntandi verður lagt fyri Løgtingið aftur innan fáar vikur.
Facebook viðmerkingar