Vágs kommuna søkir eftir reingerðarfólki til Frítíðarskúlan / Ungdómshúsið

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2025

Talan er um:

  • Reingerðarstarv í ungdómshúsinum áleið 10 tímar um vikuna. Reingerð í frítúðarskúlanum / ungdómshúsinum fer fram fyrrapartar gerandisdagar, millum klokkan 8.00 og 10.00, ella eftir nærri avtalu við avvarandi leiðara.

Starvið eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Eyðhild Mørk, dagstovnaleiðari við fyrisitingarleiðari ábyrgd, á telefon 239341 ella eydhild@vagur.fo

Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi ónsdagin 15. oktobur 2025 kl. 12.00. Umsóknin verður send inn umvegis hetta leinki.

Facebook viðmerkingar