Vágs kommuna søkir eftir reingerðarfólki til Eikilund. Talan er um reingerðarstarv í Eikilund áleið 20 tímar um vikuna at byrja skjótast tilber.
Starvið eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Eyðhild Mørk, dagstovnaleiðari við fyrisitingarleiðari ábyrgd, á telefon 239341 ella eydhild@vagur.fo.
Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi ónsdagin 10. oktobur 2025 kl. 12.00. Umsóknin verður send inn umvegis hetta leinki.
Facebook viðmerkingar