Vit søkja eftir einum dugnaligum avloysara at traðka til í spælistovu, um dagrøktari er burtur vegna sjúku, feriu o.a.
Vit hava tørv á einum álítandi, tolnum og nærverandi avloysara, sum hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri einstaka barninum.
Vit ynskja at tú hevur góð samstarvsevni við børn, starvsfelagar og foreldur og at tú hevur eitt jaligt lyndi.
Tað er umráðandi at tú sum avloysari er tøkur, tá tørvur er á tí.
Vit ynskja at tú byrjar skjótast gjørligt.Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at ringja til Angelinu J. Gudmundsen, leiðara, á telefon 251325 ella skriva ein mail á dagroktin@porkeri.fo.
Facebook viðmerkingar