Sølan av kampingplássum til Dansibandsfestivalin í Vági, sum verður í døgunum 1. og 2. mai, er løgd út á heimasíðuna billett.fo. Sølan byrjar hósdagin 2. oktobur kl 10.00.
Tey, sum ynskja at keypa eitt kampingpláss, verða tí biðin um at keypa plássið umvegis billett.fo.
Um man ynskir kampingpláss til rørslutarn, so ber til at skriva til info@vagur.fo ella ringja 239390.
Kampingøkið byrjar at taka ímóti vognum tórsdagin 30. apríl, og er opið til og við sunnudegnum 3. mai kl 17.00. Prísurin fyri hvørt kampingpláss er kr. 999,- + kostnað, fyri allir dagarnar.
Facebook viðmerkingar