Ein heilsan til Kvinnuhúsið Kreppumiðstøðin á 35 ára degnum

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2025

Góðu tit øll

Av fullum og heilum hjarta ynski eg tykkum hjartaliga til lukku við degnum, og takk fyri høvið at vera saman við tykkum at hátíðarhalda hesa stóru løtu.

Í samfull 35 ár hava tit staðið sum ein klettur, sum vernd og skjól hjá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, sum eitt vónarhús fyri so mong. Mangar eru tær, sum hava fingið lívsvónina aftur, tá ið alt sá svartast út og vónloysi hevði fingið fastatøkur á lívinum.

Sterkasta amboð í heiminum er tá ið kvinnur hjálpa kvinnum.

Hvørja ferð man hjálpir einari kvinnu, hjálpir man øllum kvinnum.

Tit sannaðu orðini, sum UN Women hjá ST sigur so greitt “The most dangerous place for at woman is at home” Tit hava víst í verki, at hjálp er at fáa, og at tað ber til at koma burturúr eini svárari lívsstøðu. Tit hava víst í verki tað magn og ta megi, sum liggur í tá ið kvinnur hjálpa kvinnum. Ongin tøkk er tykkum nóg stór fyri tað.

Mín ótti á javnstøðuøkinum er, at man ger javnstøðu og harðskap til eitt mál fyri ta einstøku kvinnuna heldur enn at viðgera tað, sum ein strukturellan samfelagstrupulleika.

Tann 1. okt. 1990 læt Kvinnuhúsið upp. Heldur ikki tað rann upp úr turrum. Tíðin við kalda krígnum, vápnadubbing, friðargongum og kvinnustríði blásti eisini frískar vindar um okkara leiðir, og vit høvdu sera virknar undangongukvinnur í Føroyum, sum av sonnum lagaðu varðar, sum vit enn í dag ganga eftir, og njóta gott av.

Í 1988 fóru umleið 150 føroyskar kvinnur við Smyrli á Kvinnuráðstevnu í Oslo. Hetta gjørdi veruligt inntrykk í Føroyum. Eg minnist tað sera væl og vit yngru kvinnur sóu veruliga upp til tykkum sum kvinnu- og javnrættindastríðskvinnur. Tit stóðu saman og arbeiddu fyri felags áhugamálum fyri allar kvinnur. Tað kunnu vit enn í dag læra nakað av. Og tað gera vit. Og tað virðismeta vit høgt.

Hóast harðskapur í øllum sínum formum hevur verið allar dagar hevur lítið verið sagt frá hesum. Tabu og stigmatisering hava eyðkent støðuna.
Í áttatiárunum byrjaði man alment veruliga at varpa ljós á harðskap móti kvinnum í okkara samfelag. Kvinnufelagið í Havn hevði sett á dagsskránna at fáa eitt hús til harðskapsraktar kvinnur, har møguleiki var fyri at fáa ráðgeving og vegleiðing, og eisini møguleika at gista. Rúm skuldi vera fyri, at kvinnur kundu hava børnini við sær í húsið. Fleiri av hesum undangongukvinnum vóru við í Oslo, og har tók tosið seg so uppaftur um at fáa eitt kvinnuhús.

Heimkomnar løgdust tær ikki á boðini og hvørki veður ella vindur kann steðga einum logandi brandi. Tær lýstu til fund í Mettustovu eitt illveðurskvøld á vetri í 1989 og heilar 86 kvinnur møttu. Hjartarúmið var størri fyri hjartamálinum í fjálgu Mettustovu enn húsarúmið.
Tær fingu eina lítla játtan frá landsstýrinum, funnu sær høli og 1. okt. 1990 læt Kvinnuhúsið upp, og her húsast tit enn.

Góðu tit allar/øll, sum so trúliga hava tikið stór tøk í Kvinnuhúsinum. Tit hava í stóran mun sjálvboðið tikið hond um ein samfelagstrupulleika. Tit flyta fjøll. Tit skapa vón.

Ofta er tað soleiðis, at sjálvbodnir felagsskapir eru fyrstir bæði at síggja og at taka hond um veruligar samfelagsavbjóðingar. Soleiðis er eisini søgan um Kvinnuhúsið. Tit hava verið langt frammanfyri politiska myndugleikan, og hava við lutfalsliga smáum midlum røkt eina stóra samfelagsuppgávu. Við tíðini er virksemið ment og fakligheitin styrkt. Samanrenningin millum sjálvboðin, sum eisini kunnu fáa skeið og førleikamenning, og so fakfólk á harðskapsøkinum, er góð.

Í dag hava vit eina Heildarverkætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum við eini røð av átøkum – 20 stk – at fremja frá 2023-2028. Og vit fylgja ætlanini. Virksemið er nógv ment og tænasturnar útbygdar. Eg kann nevna Vitanardepilin, Liv uttan harðskap, Kreppumiðstøð, sálarfrøðilig hjálp til børn, telefonráðgeving, hjálp til menn, fleiri starvsfólk og førleikamenning, verkstovur o.a. Her fer stór menning fram og harðskapsfakligheitin stendur sterk

Góða leiðsla og nevnd og allar tit, sum starvast her, og allar, sum hava starvast her. Allar hava tit ein sera týdningarmiklan lut. Hvør sær hava tit bygt menniskju upp, og saman byggja tit samfelag. Eg kann bara takka fyri góða og konstruktiva samstarvið ta tíðina, eg umsat økið. Tit eru gull verdar fyri okkum øll.

Góða samstarvið millum AMMR og Kvinnuhúsið er sera týdningarmikið, og eg loyvi mær at siga, at Anna Katrin eisini hevur ein lyklaleiklut í, at vit í felag fáa tingini at bera til. Samstarv er vegurin fram. Saman kunnu vit so nógv meira enn hvør sær.

UN Women hjá ST, sum arbeiðir við javnstøðu í heimshøpi, lýsir trý høvuðsøki til londini at arbeiða við. At fáa fleiri kvinnur í leiðslu- og avgerðarstørv, at styrkja megina hjá kvinnuni til at klára seg fíggjarliga og at enda harðskap móti gentum og kvinnum. Eg eri samd við ST, og vit eiga at viðvirka alt, vit kunnu, fyri at arbeiða miðvíst við hesum málum.

Samstundis vísa tey á, at lógarbroytingar hjálpa og fáa fólk at broyta atferð. Ein onnur niðurstøða er, at politikkir/heildarætlanir eisini virka og fáa harðskapstølini niður. So vit eru á rættari kós, avgjørt. Hinvegin hava vit enn stór tøk at taka bæði í lógarverki, almennari upplýsing og almennum dannilsi, og ongin ivi er um, at Kvinnuhúsið hevur tørv á egnum góðum og nøktandi hølum. Hjartarúmið hava tit, men húsarúmið trýtur.

Nú tit eru 35 ár høvdu vit ynskt, at tað ikki var tørvur á einum Kvinnuhúsi, men so er ikki. Tørvurin er stórur og tølini av áheitanum vaksa. Tað kann eisini hanga saman við, at trupulleikin nú verður viðgjørdur. Harðskapsraktar kvinnur hava fingið eina rødd og Kvinnuhúsið er bæði hjálpin og talurørið. Týdningurin av røddini kann ikki yvirmetast. Tøgnin hevur valdað í øldir, men nú verða orð sett á.

Hvørt einasta menniskja, sum er fyri harðskapi, livir sítt egna lív í síni egnu lívsverð. Ofta í einum heimi við síni familju, men eisini sum partur av alheiminum.

“If you want to change the world, help the women” segði Nelson Mandela. Hetta eru sannleiksorð. Hvør góð ger her inni, gevur ein betri heim. Ein heim, har kvinnan kann brúka sínar gávur til fulnar og skapa sær eydnuna góða. Tí tað er ongin ivi um, at nógv ótroytt potentiali verður køvt, tá ið harðskapur ræður og mong góð evni koma ongantíð til sín rætt. Evnir, sum samfelagnum tørvar. Tí er tað eisini so, at hvørja ferð tit hjálpa einari kvinnu, hjálpa tit øllum.

Tá ið man er 35 ár, er man í allarbestu árum. Og tit eru sanniliga virkisfýsnar og klárar til framtíðina. Eg ynski mær nógvar av tykkara slag, tí javnstøðustríðið, sum arbeiðið móti harðskapi eisini er, er langt frá vunnið. Heldur hinvegin merkist ein vaksandi mótstøða móti javnstøðu. Tí mugu vit enn sum áður standa saman, tí tá kvinnur stuðla kvinnum, kunnu vit broyta bæði smáu heimini og heimin.

Hjartaliga til lukku, blíðan byr og Harrans signing yvir tykkara virksemi.

Facebook viðmerkingar