Fríggjadagin er Mentanarnáttin á Tvøroyri aftur á skránni. Hetta tiltak, ið byrjaði uml. 2011, er vaksið ár undan ári og hevur ment seg til at vera størsta, einkultstandandi mentanartiltak í Suðuroynni.
Aftur í ár er skráin á tremur við áhugaverdum tiltøkum, bæði til stór og smá, ung og eldri. Tvøroyrar kommuna hevur nógv gott at bjóða uppá og júst henda dag lata sera nógv fólk eina hjálpandi hond, fyri at vísa hetta og skulu tey hava stóra tøkk fyri tað.
Seinastu mongu árini hevur Mentanarnáttin verið avbera væl vitjað og tað er okkara vón, at soleiðis verður tað eisini í ár.
Talgilda skráin er her Mentanarnáttin 2026.


Facebook viðmerkingar