Arbeiðið við kommunalu ferðavinnuætlanunum heldur fram í Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

14. oktober 2025

Arbeiðið við kommunalu ferðavinnuætlanunum heldur fram í Suðuroynni, og í farnu viku skipaði Suðuroyar Ferðavinnufelag fyri tveimum borgarafundum í ávikavist Vági og í Porkeri.

Á borgarafundunum vístu tey uppmøttu stóran áhuga og jaligan hugburð til menningina av burðardyggari ferðavinnu í Suðuroy. Eitt nú kom fram, at fólk vilja menna ferðavinnuna á lokalum og burðardyggum grundarlagi, har samstarv millum og við kommunurnar er týðandi og atlit er til lokalsamfelagið.

Arbeiðið heldur fram, og fleiri borgarafundir eru á skrá:
– Hvalba: 14. oktober – Roynhøllini, kl. 19:00
– Sumba: 21. oktober – Samkomuhúsið, kl. 19:00
– Fámjin: 23. oktober – Vesturhøll, kl. 19:00
– Hovi: 27. oktober – Skúlin í Hovi, kl. 19:00
Um tú ikki kanst koma á borgarafund í tíni bygd, so ert tú vælkomin á borgarafund í øðrum bygdum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram um ferðavinnuna í Suðuroynni.

Lesið eisini fyrsta tíðindaskrivið um arbeiðið at gera ferðavinnuætlanir her.

Facebook viðmerkingar