Spæliplássið í Froðba verður tikið alment í nýtslu

BySuðuroyarportalurin

16. oktober 2025

Í morgin, fríggjadagin 17. oktober kl. 16:00, verður spæliplássið í Froðba alment tikið í nýtslu.

Eyð Eidesgaard, forkvinna í Trivnaðar- og Umhvørvisnevnd Tvøroyrar býráðs, bjóðar vælkomin og froðbingurin, Eyðun Nolsøe, syngur nøkur løg fyri børnunum.

Tvøroyrar kommuna hevur bílagt køkumann frá Breyðkassanum og afturvið verður Mist.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar