Í samband við at Títt Rúm er byrjað í Suðri, verður almenn móttøka, mánadagin 20. okt. kl. 14.30 – kl. 17.00, í hølunum hjá Bláa Krossi á Valarabrekku 2, Tvøroyri. Vit gleðast um, at endiliga kunna bjóða almenninginum framvið okkara nýumvaldu hølir. Blái Krossur bjóðar kaffi og okkurt søtt til góman. Umframt verða røður og forvitnisligir tónar eisini at hoyra. Vit gleða okkum, at hátíðarhalda hesa løtuna saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Á skránni verður:
- Edva Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya bjóðar vælkomin.
- Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum ber fram røðu.
- Tónleikaframførðsla við við Ásgerð Stenberg & Arnfinn Thomasen.
- Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu ber fram røðu.
- Alisa Hammer, leiðari í Títt Rúm, sigur nøkur orð.
Facebook viðmerkingar