Páls Høll 10 ára føðingardagshald

BySuðuroyarportalurin

17. oktober 2025
Mynd: Rókur Í Jákupsstovu

Fríggjadagin 17. oktobur verður hátíðarhald í samband við, at Páls Høll fyllir 10 ár.

Hátíðarhaldið er fyri bæði stór og smá. Kaffi, kaka og sunkist verður bjóðað á degnum, og tað er ókeypis svimjing allan dagin.

Skráin fyri dagin
kl. 11:00 Páls Høll opnar
kl. 12:00 Bjóða verður kaffi, kaka og sunkist
kl. 14:00 Borgarstjórin, Bjarni Johansen sigur nøkur orð
kl. 16:30 Lutakast um vikuskiftið á Brim – millum øll, ið hava svomið gjøgnum vikuna
kl. 17:00 Páls Høll steingir

Í sambandi við dagin vitjar eisini Pál Joensen, ið høllin ber heiti eftir.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá Páls Høll.

Facebook viðmerkingar