Páls Høll 10 ár – hjartaliga tillukku

BySuðuroyarportalurin

17. oktober 2025
Mynd: Rókur Í Jákupsstovu

Eftir gull í 400, 800 og 1.500 m frí við EJM í svimjing í Serbia í 2010 var tað bara spurningur um tíð, áðrenn Pál Joensen fór at trína inn á altjóða pallin.

Og í døgunum 4. til 15. august 2010 sótu mong, kanska serliga í Suðuroynni, men eisini kring landið og fylgdu við í sjónvarpinum frá EM í svimjing á langgeil í Budapest í Ungarn.

Pál hevði í 1.500 m frí kvalifiserað seg frá innleiðandi til finaluna, sum varð svomin ónsdagin 11. august. Ein sera spennandi finala. Pál var á odda stóran part av finaluni, men seinastu 200 m fór fransmaðurin Sébastien Rouault framum Pál og vann gull, meðan Pál vann silvur. Hjá bretska svimjiviðmerkjaranum á Eurosport, Craig Lord, var tó bara “ein vinnari” Pál Joensen og bar hann fram kendu orðini “Build that man a pool and name it after him”.

Nakrar dagar seinni møttust okur eini 5-6 fólk til ein fund í Vági við spurninginum: Hvussu trupult kann tað verða at byggja ein 50 m. svimjihyl? Og við fyribils svarinum: “er tað ikki bara eitt kempistórt baðikar við einum bygningi útyvir”, fóru okur ígongd.

Stutt var frá tanka til handling – og farið varð undir at fyrireika bygging av 50 m. svimjihyli í Vági.

Á leiðini vórðu okur fyrst møtt við einari røð av jaligum orðum og boðunum um góða eydnu. Men tá okur so veruliga skuldu fara ígongd seint í 2012, so gjørdist tónin hjá summu hvassari. Verkfrøðingar og arkitektar førdu t.d. fram, at okur vóru “glaðir amatørar, sum ikki høvdu skil fyri bygging” – “at tað var ørskapur at billa sær inn, at ein svimjihylur kundi byggjast fyri undir 35.000 kr. fermeturin”.

Hvussu var og ikki, eftir smá 3 ár við hørðum og miðvísum arbeiði – við góðum stuðli frá Vágs kommunu, Løgtinginum og einari røð av fyritøkuni – og ikki minst frá fleiri enn 100 Pál-lánarum – og einari røð av sjálvbodnum, sum hjálptu til meðan bygt varð – komu okur á mál.

Tann 17. oktober 2015, fyri 10 árum síðani, var stórt hátíðarhald í Páls Høll, sum lat upp fyri almenninginum – og fyrstur at kava í hylin var sjálvandi Pál Joensen.

Fyrsti 50 m. svimjihylur í Føroyum við alskyns hentleikum var veruleiki – tykur hava helst verið har – á tilsamans 2.250 fermetrum. Byggikostnaðurin var beint omanfyri 22 mió. kr. ella umleið 10.000 kr fermeturin. – og man teljast millum tær heilt góðu íløgurnar í nærumhvørvinum.

Søgan um Páls Høll er ein spennandi søga um hvussu okur kunnu flyta fjøll, um okur lyfta í felag og arbeiða saman og miðvíst.

Nógv trúðu ikki at verkætlanin fór ígongd. Fleiri væntaðu, at hon fór ikki at bera á mál. Og hóast talan var um eina strævna tíð, so var hetta ein fantastiska spennandi og gevandi verkætlan at verða partur av.

Í dag er Páls Høll 10 ár – hjartaliga tillukku til okkum øll.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar