Spennandi ævisøgan hjá Stanley Samuelsen er í vikuni komin út í bók, har hann fortelur um lívið, tónleikin og tilveruna, sum nú eisini er merkt av, at hann hevur fingið Alzheimers sjúku.
Hilmar Jan Hansen, ið skrivaði ævisøguna hjá Robert Mc.Birnie fyri tveimum árum síðani, hevur enn einaferð sett seg við knappaborðið, so vit kunnu fáa nógv meira at vita um unga fuglfirðingin, ið 19 ára gamal setti kós av landinum og ikki enn er afturkomin.
Útlongsulin fekk hann at leita heimanífrá í 1970, men hann var nóg illa komin niður til Danmarkar, so gjørdist heimlongsulin ein drívmegi, ið bara vant upp á seg. Við árunum hevur alskur og longsul til føðilandið givið okkum eina perlu fyri og aðra eftir, tá ið Stanley hevur givið klassikarum nýggjan lagbúna.
Í bókini verður fortalt um barna- og ungdómsárini í Fuglafirði, fyrstu tónleikaárini við Silly Boys, flytingina til Danmarkar og alsamt vaksandi tónleikalív hansara niðri, har hann kom at liva av tónleikinum og hevur spælt saman við nógvum av frægastu donsku tónleikarunum. Eisini verður fortalt um persónliga lív hansara í gleði og sorg.
Dúgliga hevur Stanley vitjað heimaftur, og serliga tey síðstu 25-30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum frálíku tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum klassikarum, umframt at fleiri góðir sangir eru komnir frá Stanleysa egnu hond.
Framvegis aktuellur
Seinnu árini hevur Alzheimers sjúkan merkt lívið og gerandisdagin hjá Stanley, sum tó framvegis javnan er á palli við sangi og spæli. Tað ger hann eisini nú, tí samstundis sum bókin “Stanley” er komin út, er hann aktuellur við eini nýggjari tónleikaútgávu, “Sólskin”.
Henda útgáva verður løgd fram á trimum útgávukonsertum við bólki um vikuskiftið, sum eru í kvøld kl. 20 í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sunnudagin kl. 15 í SALT á Drelnesi, umframt einum bókaútgávutiltaki í Bókasavninum við Løkin mánakvøldið kl. 19, har Stanley eisini er til staðar.
Bókin er eisini við til at fáa pengar til vega til Alzheimerfelagið, tí av hvørjari seldari bók verða 20 krónur latnar felagnum. Bókin telur 264 blaðsíður og hevur yvir 120 myndir, fæst til keyps í bókasølum kring landið og beinleiðis frá forlagnum Einslistir við Hilmar Jan Hansen.
Facebook viðmerkingar