Stanley Samuelsen, sum júst er komin út við nýggju útgávuni “Sólskin”, verður at hoyra í SALT sunnudagin, har hann fer á pall við einum topptrimmaðum bólki og framførir eina konsert, ið gevur áhoyrarunum eitt serligt upplivilsi fyri lívið.
Konsertin í SALT verður sunnudagin klokkan 15, har Stanley vælupplagdur fer at gera tað, hann dugir allarbest – spæla gittara og syngja sangir, føroyingar síðstu 20-25 árini hava tikið til sín, tí teir eru góð dømi um, hvussu gamlar klassiskar yrkingar kunnu vakna til lívs við nýggjum løgum.
Fyrsta av teimum trimum konsertunum var í Norðurlandahúsinum í Havn, onnur konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og tann triðja altso í SALT. Orsøkin tykist einføld – ljóðumstøðurnar mugu vera tær allarbestu, tá ið talan er um konsertir av hesum kalibrinum.
Stanley Samuelsen, ið sjálvur syngur og spælir gittara hevur góð fólk aftrat sær á pallinum. Har eru Kim Hansen (sang og tangentar), Jóhannus á Rógvu Joensen (bassur), Jósva Debes (trummur), Tóri Restorff Jacobsen (cello), Angelika Hansen (violin) og Jón Festirstein (violin).
Fløgur og bøkur fyri serprís
Stanley sleit barnaskógvarnar í Fuglafirði, har hann longu blaðungur gjørdist partur av legendariska bólkinum Silly Boys, áðrenn hann bara 19 ára gamal í 1970 fór til Danmarkar at vitja bróðurson sín, og hann er ikki afturkomin enn, hóast hann hevur vitjað dúgliga – ikki minst seinnu árini.
Hóast Stanley hevur fingið Alzheimer sjúkuna, fegnast hann um lívið, og tað bæði sæst og hoyrist aftur í tónleikinum á nýggju útgávuni, ið telur 12 sangir, ið flestallir eru føroyskir. Stanley eigur flestu løgini sjálvur og orðini eiga Martin Joensen, sum eisini eigur okkurt lag, Hans Jacob Kollslíð, William Heinesen, Hans Andreas Djurhuus, Janus Djurhuus og Stanley sjálvur.
Samstundis sum útgávan kemur, er eisini útgivin spildurnýggj bók við lívssøguni hjá Stanley, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað og gevur út á egnum forlagi, Einslistir. Bæði bókin og fløgan fáast til keyps fyri serprís, og somuleiðis hevur Stanley eisini fleiri av undanfarnu útgávunum við sær, og báðir eru fúsir at signera tað, teir hava latið úr hondum.
Facebook viðmerkingar