Í farnu viku var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, á vitjan á fiskavirkinum Delta Seafood á Tvøroyri.
Nevnd og leiðsla í felagnum greiddi frá áhugaverdu søguni hjá felagnum – frá byrjanini í einum kjallara í 1995 í ringastu kreppuárum og fram til dagin í dag, har meginvirksemið er í stóra bygninginum á kaiøkinum á Tvøroyri, og har áleið 50 starvast hvønn dag.
Fleiri áhugaverd viðurskifti, sum hava týdning fyri fiskavirking á landi, vórðu umrødd, og serliga varð tosað um, hvussu týðandi tað er at hava góða og støðuga atgongd at rávøru, og at júst hesin partur av fiskivinnuni – fiskavirking á landi – stundum er huldur í kjakinum um veiðirættindi, fiskirættindi og kvotur. Vitjanin endaði við eini rundvísing á flakavirkinum, har tað veruliga sæst, at stór orka verður løgd í at framleiða fyrstfloksvøru til útflutnings.
Tað skerst ikki burtur, at virðisøkingin í fiskivinnu á landi er týðandi íkast til samfelagsbúskapin, eins og hetta virksemið hevur stóran týdning fyri trivnað og livikor kring landið, og eg fari at leggja dent á, at eisini hesin umráðandi parturin av føroyskum vinnulívi fær góð kor og sømiligar treytir at arbeiða undir, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.


Facebook viðmerkingar