Fríggjakvøldið 24. oktober verður ein forkunnug konsert hjá Jugga í Vági, har lokalir tónleikarar fara at skapa serligan stemning og lív í býnum.
Tað verða nakrir av okkara lokalu sum koma at framføra.
Tey sum luttaka eru:
- Hjalmar & Dagfinn
- Evi Tausen
- Sjúrður Djurhuus
- Ingi Poulsen
Tiltakið er stuðlað av Økistónum, sum hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum. Økistónar stuðlar konsertum, ið millum annað styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið.
Konsertin er ókeypis og byrjar kl 22.00


Facebook viðmerkingar