Stór bústaðar-verkætlan í Hvalba verður nú veruleiki

BySuðuroyarportalurin

24. oktober 2025

Janus Thomsen, borgarstjóri greiðir frá, at núverandi bygdaráð í eina tíð hevur arbeitt við at útvega fleiri bústaðir í kommununi. Sum nógvum kunnugt, so hoyra vit um, hvussu trupult tað er at fáa nakað at búgva í. Hetta er nakað, sum núverandi bygdaráð tekur í álvara og vil gera nakað við.

Áðrenn kommunuvalið í fjør legði MTV Byggivirki á Tvøroyri fram alment í Roynhøllini, ætlanina um at byggja 12 raðhús vesturi á Heyggi í Hvalba.

Kommunan arbeiðir við at fáa tey formligu viðurskiftini uppá pláss, áðrenn Hvalbiar Kommuna í næstum fer at taka støðu til bústaðar-verkætlanina.

Janus Thomsen sigur, at hann er serstakliga glaður og takksamur fyri, at ein privat fyritøka á Tvøroyri hevur átikið sær henda leiklutin, at fara undir at byggja raðhús í Hvalba. Hetta vísir veruliga, hvussu ágrýtin vinnulívsfólk vit hava og sum ynskja Suðuroynni væl.

Facebook viðmerkingar