Vágs Skúli yvir 60.000 kr til Krabbameinsfelagið

BySuðuroyarportalurin

24. oktober 2025

In.fo: Vágs skúli varð hesa vikuna broyttur til eitt lítið samfelag við biografi, bakaríi, pizzaria, banka, hárfríðkanarstovu, listastovum, gøtutónleikarum, tíðinastovu, ponyríðing og mongum øðrum.

Næmingar hava úr bankanum hesa vikuna fingið framleiddar skúlapengar, ið kundu nýtast í lítla samfelagnum.

Tórskvøldið var opið hús fyri foreldrum og øðrum áhugaðum. Vitjandi kundu seta veruligan pening í bankan, og fáa skúlapening ístaðin, ið kundi nýtast í lítla samfelagnum.

Tað eydnaðist Vágs skúla at savna 60.271 kr. til Krabbameinsfelagið.

Facebook viðmerkingar