Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum í havinum. Tilgongd av ungfiski hevur stóran týdning fyri, hvussu stórur ein fiskastovnurin verður. Góð tilgongd fellir, sum heild, saman við góðum gróðri á Landgrunninum, og harvið meira av føði. Sera góð tilgongd var í 1983, 1994 og í 2000, og hampiliga góð tilgongd var í 1987, 2009 og 2017. Men góðar gróðrarumstøður á Landgrunninum føra tó ikki altíð til ein greiðan vøkstur í stovnsstøddini. Í omanfyri nevndu tíðindagrein bleiv millum annað spurt: Hví sást tilgongdin í 1987, 2009 og 2017 ikki aftur í einum størri toskastovni?
Sambært nýggjari vísindaligari grein, almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine science, er svarið møguliga at finna á opnu havleiðunum. Heitur Atlantssjógvur, sum setur sín dám á Landgrunnin, inniheldur minni av tøðevnum (fyritreyt fyri gróðri) og djóraæti, enn kaldur sjógvur í subpolara meldrinum og í Eysturíslandsstreyminum (sí mynd). Uppíbland av subarktiskum sjógvi úr nevndu keldum virkar tískil nørandi fyri Atlantssjógvin, og helst fyri Landgrunnin eisini. Árini, tá tilgongdin ikki sást týðiliga aftur í stovnsstøddini, fullu saman við veikum subpolarum meldri og/ella veikum Eysturíslandsstreymi.
Millum 2002-2014 var lítið av subarktiskum sjógvi kring Føroyar, og umstøðurnar hjá bæði fugli og fiski á Landgrunninum vóru sera vánaligar. Íkastið av subarktiskum sjógvi øktiskt eftir 2014, og í kjalavørrinum av hesi broyting vaks nøgdin av toski á Føroyabanka nógv. Hartil vaks nøgdin av hýsu á bæði Føroyabanka og á Landgrunninum.
Eftir stendur spurningurin, hví toskastovnurin á Landgrunninum ikki hevur merkt somu uppgongd seinastu árini.
Nýggja greinin kann lesast her.


Facebook viðmerkingar