Summarferiu avloysarar til Vágsverkið

BySuðuroyarportalurin

8. apríl 2026

Vit sóknast eftir tveimum maskinmeistarum at ganga vakt á Vágsverkinum í summar.  

El-skipanin í Suðuroy er serstøk og partur av royndarskipan, sum er serstøk í altjóða høpi.

Uppgávur

Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú el-veitingina millum Vágsverkið, el-verkið í Botni, Vindmyllulundina í Porkeri umframt Sólorkulundina í Sumba og skipanina í Heiðunum, við battaríum og synkronkompensatori. Harumframt hevur tú um hendi umsjón við netinum og koblingarleiðslu fyri el-netið í Suðuroynni.

Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har vaktin eisini heldur til.

Talan er um vaktararbeiði, sum bæði er í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tey fýra el-verkini í Suðuroy eru:

·     Vágsverkið við fýra dieselmotorum

·     El-verkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum

·     Vindorkulundin í Porkeri við 7 vindmyllum

·     Sólorkulundin í Sumba

Sev

Tú fært upplæring áðrenn tú byrjar at ganga vakt.

Løn                                                                                               

Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið. Harafturat fær man eisini vaktargjald.

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá John Eli Krosslá, verkmeistara, tlf. 229518 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf. 218419.

Umsóknarfreistin er 3. mai  2026. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til:starv@sev.fo. Viðmerk: Maskinmeistari til el-verkini í Suðuroy.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Facebook viðmerkingar